Flindt-Bjerg er hetja

Fyrrverandi KÍ-venjarin Ove Flindt-Bjerg er hetja í norska felagnum Odd Grenland, eftir at tað við trimum sigrum á rað eydnaðist felagnum at sleppa undan beinleiðis niðurflyting til næstbestu deildina. Síðsta umfar varð spælt í norsku tippuliguni leygardagin, og Odd Grenland vann sín dyst 2-0. Neyðugt var, at Start eisini skuldu tapa, og tað gjørdu tær. Hetta hevur við sær, at Start flytir niður, og Odd Grenland skal nú spæla uppflytingardyst ímóti Bodø/Glimt úr næstbestu deildini. Norskir fjølmiðlar skriva, at Ove Flindt-Bjerg ikki hevur gjørt upp við seg sjálvan, um hann vil halda fram sum venjari í norska felagnum. Hann skal svara felagnum í dag.