Flindt-Bjerg byrjaði við stórtapi

Fyrrverandi KÍ-venjarin Ove Flindt-Bjerg er settur sum venjari hjá norska felagnum Odd Grenland, sum er í niðurflytingarvanda. Venjarin fekk sekkin, tá ið fimm dystir vóru eftir at spæla, og nú skal Flindt-Bjerg standa á odda fyri eini bjargingarroynd. Tað byrjaði tó ikki nakað serligt, tí í gjárkvøldið tapti Odd Grenland 4-1 á heimavølli ímóti Vålerenga. Fýra dystir eru eftir at spæla, og Odd Grenland er eitt stig aftanfyri Start á triðaftasta plássi, sum gevur liðnum ein uppflytingardyst.