Hóskvøldið og leygardagin verða FM-finalurnar hjá kvinnum í flogbólti. Fleyr er stórfavorittur at vinna á KÍF. Ein leiklutur, sum venjarin hjá Fleyr eisini er sinnaður at liva við, hóast hann hevur stóra virðing fyri KÍF.
Les eisini: KÍF: Nú eiga vit eisini tørn
- Vit liva við leiklutinum sum favorittar, men hava stóra virðing fyri kollafjarðarkvinnum. Málið er heilt greitt greipan. Tað sigur seg sjálvt, tá vit liggja langt fremst í grundspælinum, men tá tað er sagt, so fært tú meg ikki at siga, at talan verður um tveir lættar dystir. sigur Kristian Mikkelsen, sum tó verður vónbrotin, um steypavinnararnir ikki eisini standa við greipuni, tá hetta kappingarárið er av.
Kristian Mikkelsen er diplomatiskur. Hansara lið endaði grundspælið við 42 stigum, sum er 17 stig fleiri enn KÍF. Hann veit at tað forpliktar. Fyri hálvum øðrum mánaða síðan spældi Fleyr steypafinalu, sum endaði við 3-2 sigri til havnarliðið. Eisini tá var Fleyr favorittur, men tað gjørdist ikki so einfalt, sum tað kanska kundi ljóðað.
- Tað ger tað sjálvandi, tá tú er so langt frammanfyri mótstøðuliðið í finaluni. Men talan er ikki um nakra lætta uppgávu, tí nú grundspælið er liðugt verður alt nullstillað. Vit byrjaðu tann dystin illa. Var tað ikki fyri góða stríðsviljan, so taptu vit, sigur hann og leggur afturat:
- Málið er sjálvandi at vera til reiðar frá fyrsta bríksli, og halda eitt javnt og hart trýst á KÍF, so vit vinna. Men um tað fer at eydnast kann eg ikki siga nakað um. Hinvegin kann eg siga, at vit fara at gera alt fyri at vera til reiðar til dystin, og fyri at vera við, frá fyrsta brískli, sigur Kristian Mikkelsen, sum hevur fult álit á sínum spælarum.
- Eg havi fult álit á mínum liði, sum er gott og breitt. Vit hava royndar spælarar, sum kunnu bera nógv á sínum herðum, men vit hava eisini ungar spælarar, sum vísa at teir hava dirvi til at bjóða av móti teimum royndu, sigur venjarin hjá Fleyr.
Upp í tær seinnu telur hevarin hjá Fleyr, sum bara er 15 ára gomul. Ljós varð varpað á hana í samband við steypafinaluna, og tað verður tað aftur hesaferð.
KÍF eitt gott lið
- Vit vita, at KÍF hevur eitt gott lið, og tær góvu okkum eisini ein skarpan gang í seinasta landskappingardystinum, sum vit spældu í Kollafirði. Men hyggja vit eftir úrslitunum hjá teimum í ár so síggja vit, at tær júst hava klárað seg væl á heimavølli, og minni væl á útivølli. Tað skulu vit gera okkum dælt av, sigur Kristian Mikkelsen.
Rás2 sigur beinleiðis frá FM finalunum, sum vera í Stórhøllini á Hálsi í annaðkvøld klokkan 18, og leygardagin klokkan 13.30.