Fleyr vinnur gull í dag

So kunnu menninir hjá Fleyr fyrireika seg til seinasta partin av fullveitsluni. Í dag spæla teir útidyst móti Nøvuni, og vinna teir dystin, er meistaraheitið ordiliga heima.
Enn hevur Nøvan ikki vunnið nakað stig í kappingin í meistaradeildini, og tí vil talan vera um meira enn sensatión, um Fleyr skal kiksa á Eiði.