Fleyr-venjarin: Høllin í Sørvági er ikki egnað til flogbólt (FM1)

(FM1) Venjarin hjá Fleyr heitir á Sørvágs kommunu aftaná 0-3 tap móti SÍ at byggja eina veruliga høll

SÍ er nýtt oddalið í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti. Tað eru sørvágskvinnur aftaná at hava smurt Fleyr av 3-0 í trimum sannførandi settum.

 

Settmunurin var so greiður sum 25-16, 25-13 og 25-16.  Tað var bara í fyrsta setti, at Fleyr var væl við í byrjanini. Liðini fylgdust til støðuna 13-13, men eftir tað tók SÍ yvir, og sørvágskvinnur sleptu ikki takinum aftur. 

 

SÍ er oddalið við 23 stigum, Fleyr er nummar tvey við 22 stigum. Mjølnir hevur 18 stig á triðja plássi, og KÍF er nummar fýra við 14 stigum. TB hevur 12 stig og Dráttur er aftast við einum stigi. 

 

Sørvingurin, Kristian Mikkelsen sum er venjari hjá Fleyr gav trongu umstøðunum og avmarkaðu hæddini í høllini í Sørvágs skúla skuldina fyri greiða tapið hjá Fleyr ímóti SÍ.

 

Men Kristian Mikkelsen stuðlar eisini SÍ í stríðnum at fáa betri hallarumstøður. Kristian heitir inniliga á Sørvágs kommunu um at koma í gongd at byggja eina veruliga høll, so flogbólturin í Sørvági kann fáa virðiligar umstøður. Kristian heldur, at vánaligu umstøðurnar gera, at SÍ missir undirtøku millum børnini og tey ungu.

 

Um komandi dyst ímóti SÍ, steypafinaluna í høllini á Hálsi í Havn komandi leygardag klokkan 16 lovar Kristian bót og bata í mun til dagsins dyst, og hann væntar eina spennandi og javna steypafinalu millum Fleyr og SÍ. 

 

HERber til at hoyra Óla G. Samuelsen siga frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum. Hoyr eisini samrøðuna Óli gjørdi við Vivian Joensen hjá SÍ.