Tað mundu vera tey fægstu, ið høvdu væntað nakra sensatión í Gundadalshøllini í gjár, tá Fleyr tók ímóti TB, og tað vísti seg eisini, at dysturin fekk júst tað úrslitið, ið væntandi var. Men eftir tvey sett, har Fleyr var sannførandi betri, slapp TB brádliga upp í part í triðja setti.
Dysturin sá tey bæði fyrstu settini út sum ein avgreiðsludystur, tí Fleyr hevði ongar trupulleikar við at vinna tey. Men sum so ofta í flogbólti, er triðja sett merkiliga tungt at hála inn, og so gjørdist eisini hjá Fleyr, ið fekk ein minni hvøkk frá TB, ið stríddist fyri sakini og mundi tikið settið.
TB hevði tikið sett frá Mjølnir vikuna fyri, so tað kundi jú henda. Og í øllum førum sóu tvøramenn út til at trúgva upp á tað, og tað rakk eisini langt. Men í evstu løtu fekk Fleyr mannað seg upp og avgjørt settið, ið endaði 26-24, og dystin, ið sostatt endaði 3-0.
Ilt er at siga, um Fleyr hevur tikið seg so mikið fram, at liðið veruliga kann bjóða SÍ og Mjølnir av í kappingini um annað finaluplássið, men enn er møguleikin so har. TB kemur ikki upp í part í tí kappingini, men hóast tvøramenninir hava vunnið tvey sett í kappingini – bæði forrestin ímóti Mjølnir – eiga teir enn fyrsta sigurin til góðar.
Men teir í TB eru við fyri at læra, og tey flestu munnu vera á einum máli um, at liðið tekur seg fram, so hóast stigini ikki streyma inn, er hetta kappingarárið óivað ein góð roynd hjá TB, so mansflogbólturin har suðuri kann taka seg enn meira fram.