Seinnapartin vann mansliðið hjá Fleyr í meistaradeildini 3-0 á oddaliðnum, Mjølnir.
Settmunurin var 25-16, 25-23 og 25-17.
Aftaná dystin fekk Óli G. Samuelsen, reportari hjá Rás2 orðið á venjararnar, Thorvald Danielsen hjá Mjølnir og Jan Hentze hjá Fleyr.
Thorvald Danielsen var uttanfyri við skaða í tummlinum, og Mjølnir vóru skerdir uppá aðrar mátar, og tí gjørdist tað sera torført hjá klaksvíkingum ímóti Fleyr í Gundadalshøllini í dag.
Jan Hentze heldur, at tað var ein fyrimunur fyri Fleyr, at Mjølnir hevði menn uttanfyri við skaða, men Fleyr mátti kortini verða uppá sítt besta og stríðast fyri sigrinum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen hevði við Thorvald Danielsen og Jan Hentze.
Mjølnir hevur 20 stig, Fleyr hevur 16 stig og ÍF hevur 15 stig.