FLOGBÓLTUR
Leygardagin tapti Fleyr fyri Fram, og tí máttu teir royna at koma aftur á rætta kós, tá teir skuldu til Sørvágs at møta SÍ. SÍ mátti eisini royna at vinna dystin, soleiðis at teir kundu nærkast medaljuplássunum.
Tað var SÍ, sum fekk betru byrjanina. Teir løgdu væl fyri í fyrsta setti, og hetta megnaðu teir eisini at vinna 25-21, men so vendi dysturin. Annað sett var ótrúliga javnt, og liðini fylgdust at kalla allan vegin. At enda var tað tó Fleyr, sum dró longra stráðið, og teir vunnu 25-27.
Nú vóru leikararnir hjá Fleyr veruliga komnir fyri seg, og í triðja setti var ongantíð nakar ivi, hvat lið var tað betra. Her vann Fleyr 17-25, og nú stóð illa til hjá SÍ. Aftur í fjórða setti hølvaði Fleyr Í av, og úrslitið í hesum settinum gjørdist 15-25. Sostatt hevur Fleyr nú lagt SÍ aftur um seg, og teir nærkast spakuliga medaljuplássunum.