Fleyr vann mest

Um vikuskiftið hevur FK Cup í flogbólti hjá teimum vaksnu verið, og vertirnir vunnu í fýra av teimum fimm deildunum, sum kappaðust.

Fleyr vann mestUm vikuskiftið hevur FK Cup í flogbólti hjá teimum vaksnu verið í Havn, og vertirnir endaðu við at vinna í fýra teimum bestu av teimum fimm deildunum, sum kappaðust.

Fleyr gjørdi bart og vann bæði Eik-liguna hjá kvinnum og monnum og 1. deild hjá kvinnum og monnum, meðan Mjølnir streyk avstað við sigrinum í 2. deild hjá monnum.

Í Eik-liguni hjá kvinnum vann Fleyr bleiv vunnin av Fleyr 3-0 á KÍF í dystinum um fyrsta plássi. Hini liðini, sum vóru við, vóru Dráttur og Mjølnir.

Fleyr, Mjølnir og U19-manslandsliðið, sum seinni henda mánaðin skal til kapping niðri, vóru við í Eik-liguni hjá monnum, har Fleyr bleiv besta liðið og vann.

Fleyr vann í eini spennandi finalu á SÍ í 1. deild hjá kvinnum, og í 1. deild hjá monnum, har finalan stóð millum somu feløg, vann Fleyr 3-0.

Í 2. deild hjá monnum bleiv Mjølnir drúgvast í kappingini við tvey lið frá KÍF, og sum skilst á heimasíðuni hjá Fleyr, vóru dystirnir bæði javnir og drúgvir.

Tilsamans 22 lið vóru við í FK Cup hjá teimum vaksnu, og varð kappingin avgreidd í Gundadalshøllini og ítróttarøllini á Hálsi.

Leygardagin 15. november skipar Fleyr fyri síni árligu kapping fyri tey yngru, og freistin at melda lið til ta kappingina er 4. november.