FLOGBÓLTUR
Fyri nøkrum viku síðani kundi staðfestast, at Fleyr í Eikliguni hjá monnum ikki megnaði at fáa nakað burtur úr teimum drúgvaru dystunum, tí tað altíð vóru mótstøðuliðini, ið fóru avstað við fimta setti. Men fyri viku síðani kom Fleyr sum vinnari burtur úr fimmsettara ímóti ÍF á heimavølli, og leygardagin bar aftur til, tá fimm sett skuldu til fyri at vinna á SÍ á útivølli.
SÍ helt ikki fast
SÍ sá út til at leggja væl út og var á odda 18-13 í fyrsta setti, men tapti allíkavæl. Í øðrum og triðja setti lá betur fyri hjá sørvingum, ið vunnu bæði sera trygt, so nú ráddi bara um at gera dystin av í fjórða setti og taka sigurin.
Men hóast SÍ kom á odda 16-11 og seinni var á odda 19-16, bar ikki til at halda fast. Seks teir næstu bóltarnar koyrdi SÍ út, upp undir loftið ella aðrastaðni, har tað ikki gav stig, og so endaði tað við, at Fleyr stakk av við settinum, so tað nú stóð á jøvnum 2-2 í settum.
Nú tóktist Fleyr at standa í kendu støðuni, tí hetta var fimti fimmsettarin í vetur. Og sum settinum leið, sá eisini út til, at tað fyri fjórðu ferð skuldi gerast tap. SÍ var á odda 8-4, tá liðini skiftu síðu, og løtu seinni var støðan 9-5. Men so setti Fleyr endaspurtin í gongd, samstundis sum SÍ legði størri dent á døming enn spæl, og tí gjørdust havnarmenninir teir drúgvaru og tóku bæði settið og sigurin.
Nú stigini verða býtt í helvt, er Fleyr tí væl nærri einum finalusessi enn frammanundan, samstundis sum SÍ í síðstuni tykist hava mist stevið. Mjølnir er framvegis á odda, hóast liðið misti stigini, tað helt seg hava vunnið ímóti ÍF fríggjakvøldið.









