Fleyr vann á Drátti

Tað gjørdist Fleyr kvinnurnar, sum tóku fyrsta stikkið í kvinnufinaluni í flogbólti í dag, tá tær vunnu 3-1 á Drátti.

 

Fyrsta settið gjørdist tað mest spennandi, tí liðini fylgdust meginpartin av settinum, men móti endanum dróg Fleyr frá, og vann settið 25-20.

 

Næsta settið kom Fleyr á odda 8-0, áðrenn Dráttur kom stigatalvuna, men Fleyr-liðið helt stiman allan vegin, og vann settið 25 – 10.

 

Men í triðja setti stóð tað Dráttur á øllum bóltunum, og vann Dráttur hetta settið uppiborið 25-13.

 

Fjórða settið var aftur uppvísing av Fleyr, sum vann heili 25-13, uttan at Dráttur megnaði at svara aftur.

 

Fleyr hevur sostatt vunnið fyrsta dystin 3-1, og harvið eitt bein í FM-heiðurmerkjunum.

 

Kravið til Drátt er nú at tær vinna dystin leygardagin, um steypið ikki skal fara til Havnar.

 

Seinnu finalurnar verða leiktar soleiðis:

Leygardagur 26. mars:

13.30

Menn

Fleyr

15.30

Kvinnur

Dráttur

Fleyr