Fleyr vóru ófantaligir til tíðir í dystinum

(Rás2) Hoyr Róa Hentze hjá Fleyr seta orð á 3-0 sigurin hjá Fleyr ímóti Mjølnir

Seinnapartin vann mansliðið hjá Fleyr í meistaradeildini 3-0 á oddaliðnum, Mjølnir. Settmunurin var 25-16, 25-23 og 25-17. 

 

 

ÍF vann 3-1 á SÍ vesturi í Sørvági. Har var settmunurin 25-16, 23-25, 21-25 og 20-25.

 

 

Støðan í meistaradeildini hjá monnum er, at Mjølnir er oddalið við 20 stigum. Nummar tvey er ÍF við 18 stigum. Fleyr hevur 16 stig og aftast er SÍ við seks stigum.

 

 

Aftaná 3-0 sigurin hjá Fleyr á Mjølnir fekk reportarin hjá Rás2, Óli G. Samuelsen orðið á Róa Hentze hjá Fleyr.

 

 

Rói Hentze fegnast um sigurin, men hann heldur, at spælið hjá hansara liðið var heldur ófantaligt til tíðir, og tann partin er hann ikki nøgdur við.

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Róa Hentze aftaná Fleyr hevði vunnið 3-0 á Mjølnir.