Flogbóltur
Tað líkist longu nú einum tvídysti millum Fleyr og SÍ í toppinum av føroyskum mansflogbólti.
Um vikuskiftið hevði Fleyr eitt slag av styrkisroynd, tá teir vitjaðu hjá ÍF, og hendan dystin tóku gestirnir uttan stórvegis hóvasták. Eina løtu royndu fuglfirðingarnir tó at trýsta, og teir vunnu eisini næsta settið, men talan gjørdist to ikki um meira enn tað sama.
Samstundis spældi hitt oddaliðið, SÍ, útidyst móti Nøvuni, og tað gav ikki nakrar serligar trupulleikar. Nøvan roynir seg í vetur fyri fyrstu ferð í meistaradeildini, og sum teir sjálvir taka til, so er setningurin fyrst og fremst at taka við læru hetta árið.
Og tað var eisini setningurin, tá teir spældu á Kambsdali móti ÍF. Her vann heimaliðið ein tryggan sigur, soleiðis at eisini teir komu á stigatalvuna, har Mjølnir og Nøvan í løtuni eru á aftastu sessunum.