Fleyr staðfesti FM

Mikukvøldið beindu menninir hjá Fleyr allan iva um føroyameistaraheitið burtur, tá ið teir sum væntað vunnu dystin á Nøvuni

Fleyr er føroyameistari í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti.
Tað varð endaliga staðfesta mikukvøldið, tá ið seinasti teoretiski møguleikin fyri, at Mjølnir kundi fáa Fleyr aftur, var fingin av vegnum.
Fleyr spældi ímóti Nøvuni á Eiði, og Fleyr vann sum væntað dystin 3-0. Nøvan hevur einki sett vunnið í hesum kappingarárninum, og tí endaði dysturin eisini sum tann avgreiðsluspurningurin, sum tað varð lagt upp til frammanundan.
Fleyr er nú trý stig frammanfyri Mjølnir áðrenn seinasta umfarið, har Fleyr spælir ímóti Mjølni í Klaksvík. Tey, sum høvdu vónað, at hetta fór at gerast finalan um FM, mugu nú taka til takkar við einum týdningarleysum dysti millum føroyameitaran og steypavinnaran 2006.
Settúrslitni í dystinum ímillum Fleyr og Nøvuna vóru 25-16, 25-14 og 25-14.