Flogbóltur
Seinastu tvey árini hevur flogbólturin í sigursvanda Fleyr ikki havt tað nakað serligt. Bæði kvinnur og menn hava fyri tað mesta havt ein ávísan likamslut í vatnskorpuni, og heilt galið gekk í vetur, tá kvinnurnar mátti geva plássið í bestu deildini frá sær.
Nú tykist tó ein bati vera ávegis, og í øllum førum byrjaði mansliðið hjá felagnum við at hølva fuglfirðingar av. Einki er at ivast í, at tað hevur gjørt góðan mun hjá Fleyr, at tveir av teimum heilt royndu leikarunum nú aftur eru til reiðar at tørna út fyri felagið. Tað eru teir báðir, Klæmint Isaksen og Jóhannes Ejdesgaard, sum eru farnir at gera um seg.
Hin dysturin hetta vikuskiftið var í Klaksvík, har SÍ vitjaði Mjølnir. Her eydnaðist meistarunum úr Mjølni at vinna 3-1, men talan var fyri tað nógva um ein sera javnan dyst.
Úrslit, meistaradeild menn
Fleyr-ÍF 3-0 (25-23 25-14 25-12)
Mjølnir-SÍ 3-1 (25-19, 25-11, 20-25, 25-20)