Fleyr sendi ÍF niður á botn

Fleyr-ÍF 3-1 (19-25, 25-23, 25-18, 25-22):

Tað vóru tvey lið í andróðri, sum møttust í Gundadalshøllini til botndyst leygardagin. Tað eydnaðist Fleyr at vinna fyri fyrstu ferð í tveir mánaðir, og samstundis tapti ÍF fyri fimtu ferð á rað

 

Flogbóltur


Longu í grundspælinum hava vit sæð fleiri »løgin« úrslit bæði hjá kvinnum og monnum. Og nú endaspælið byrjaði síðsta leygardag, sær út til, at vit eisini í seinnu helvt av kappingini fara at síggja nøkur óvæntað úrslit.

Fleyr og ÍF møttust í Gundadalshøllini, og her eydnaðist tað Fleyr at vinna 3-1. Fleyr, sum undan hesum dystinum hevði tapt fimm ferðir á rað - harav teir seinastu tríggjar 0-3 - móti ÍF, sum í byrjanini av kappingini var heilt uppi í toppinum, men sum nú er dragnað somikið, at tær eru niðastar.

Tað er eisini eitt sindur ørkymlandi, at dysturin millum hesi bæði liðini var tann fyrsti í endaspælinum, samstundis sum júst hesi bæði liðini enn hava ein óavgreiddan dyst eftir í grundspælinum.

Tað er nú endaliga staðfest, at hesin dysturin skal spælast av nýggjum, og fyri at siga tað stutt, so merkir tað, at Fleyr og ÍF skulu spæla ein dyst afturat, har vinnarin fær eitt stig og taparin einki.

Burtursæð frá Fleyrkvinnunum sjálvum mundu tey ikki vera nógv, sum høvdu roknað við, at Fleyr fór at vinna. Tað hevur gingið serstakliga illa í seinastuni, og eitt tap fyri og annað eftir hevur sum vera man ikki gagnað moralinum á liðnum nakað serligt. Men summi munnu eisini hava sæð, at formkurvan hjá ÍF hevur gingið niðureftir - og at hon hevur verið brøtt! Tær hava ikki vunnið síðani síðst í oktober, tá tær sigraðu 3-2 í Klaksvík (her er dysturin móti Fleyr 18. november, sum endaði 3-1, ikki tikin við), og síðani hava tær spælt fýra dystir og tapt teir allar. Sostatt bleiv tapið leygardagin tað fimta á rað hjá ÍF, og nú eru tær aftast.

Hvat úrslitið so annars merkir fyri liðini, er ikki gott at vita. Hjá Fleyr er tað eitt sindur spell, at jólasteðgurin er nú, tí tær høvdu helst einki havt ímóti at fingið nakrar dystir afturat beinanvegin, nú vindurin er í rygginum. Øðrvísi hjá ÍF, sum hevur brúk fyri steðginum eftir ta út av lagi vánaligu gongdina seinastu tveir mánaðirnar.