Fleyr í síni fyrstu finalu

Gudrid Nolsøe av Tvøroyri, sum nú spælir fyri Fleyr, er í morgin við í síni sættu steypafinalu, men tær flestu á liðnum eru í finaluni fyri fyrstu ferð. – Hóast bara fáar av okkum hava verið í finaluni fyrr, eru vit væl fyri og klárar at møta SÍ, sigur hon.

FLOGBÓLTUR

Hilmar Jan Hansen

einslistir@kallnet.fo

 

Tað var tann tíð, tá spurningurin um vinnarar í kvinnuflogbólti bert snúði seg um tvey feløg, Fleyr og Mjølnir. Men nú er nokk so langt fráliðið, síðani Fleyr hevði sína stórheitstíð við seks meistaraheitum í níggju ár, harav tað seinasta var vunnið í 1997.

Men nú er Fleyr aftur við í fremstu kvinnudeildini, og við einum nýggjum liði hevur tað gingið so mikið væl, at Fleyr í morgin spælir sína fyrstu steypafinalu nakrantíð. Kortini eru spælarar við á liðnum, sum hava royndir frá finalum við øðrum feløgum.

– Fyri hinar á liðnum er hetta nakað heilt annað, enn tær eru vanar við, tí tær eru spentar og kanska eitt sindur nervøsar. Tær skulu venja seg við, hvat tað er at vera í einari steypafinalu, og ikki minst skulu tær venja seg við allan gangin, sum verður í høllini, sigur Gudrid Nolsøe, sum saman við Hjørdis Johannesen og Gurið Syderbø telist millum royndastu spælararnar á liðnum hjá Fleyr.

Gudrid hevur undanfarin ár spælt við barndómsfelagnum av Tvøroyri, TB, men er nú komin til Havnar og spælir við Fleyr. Og fyri hennara viðkomandi er ein steypafinala einki nýtt, tí hon hevur verið við í fimm steypafinalum gjøgnum árini, og fýra av ferðunum hevur hon verið steypavinnari.

 

Ein góð blanding

– Liðið hjá okkum er blandað við bæði ungum og eldri, rutineraðum spælarum, og eg haldi hetta vera eina góða blanding. Vit hava vant nógv fram ímóti steypafinaluni, ikki minst taktiskt, og allar skuldu verið væl fyri, sigur hon.

Gudrid Nolsøe heldur, at SÍ má roknast sum favorittur í morgin, tí liðið úr Sørvági eisini var í finaluni í fjør, umframt at liðið skuldi verið munandi meira samanspælt ígjøgnum fleiri ár, enn liðið hjá Fleyr er tað.

Í landskappingini er Fleyr fýra stig aftan fyri oddaliðið SÍ, men hevur spælt ein dyst færri. Kortini heldur Gudrid ikki, at tankin um eina møguliga greipu órógvar Fleyr í morgin:

– Nei, beint nú hugsa vit bara um steypafinaluna, hóast vit liggja væl fyri í landskappingini eisini. Men hvat víðari hendir, fara vit ikki at hugsa um, fyrr enn vikuskiftið er farið afturum, sigur hon.