Fleyr er Føroyameistari í kvinnuflogbólti 2019. Tað gjørdist veruleiki aftaná ein hádramatiskan fimmsettara. Fleyr vann eisini fyrru FM-finaluna 3-2. Settmunurin í dag var Fleyr - SÍ 3-2 (23-25) (25-23) (25-23) (29-31) (15-11) .
TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,
og hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fimm settunum. Ragnar í Haraldsstovu var viðmerkjari til dystarfrásøgnini, og hann tók samanum aftaná hvørt sett.