Seinnapartin vann Fleyr 3-0 á SÍ í dysti í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti.
Settmunurin var 25-21, 25-15 og 25-23.
Mjølnir er á odda við 12 stigum. SÍ hevur átta stig, Fleyr hevur sjey stig og ÍF er aftast við ongum stigi.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Jón Weihe Simonsen hjá SÍ.
2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Suna Juul Pedersen hjá Fleyr.
Jón Weihe Simonsen heldur, at tað vóru ov nógv sveiggj í avrikinum hjá SÍ. Tað vóru góðar løtur, men eisini løtur har SÍ avrikaði illa.
Suni Juul Pedersen er fegin um sigurin og tey trý stigini, men hann heldur, at teir í Fleyr gjørdu tað óneyðuga spennandi í triðja setti.
- Hetta var akkurát tað vit høvdu brúk fyri, sigur Suni Juul Petersen.