Fleyr og KÍF jagstra Mjølnir

Mjølnir er tvey stig framman fyri Fleyr og seks stig framman fyri KÍF, men hevur spælt ein dyst meira. Mikukvøldið verður toppdystur, tá KÍF tekur ímóti Mjølni

Nógv kundi bent á, at kapp­ingin í Eikliguni hjá kvinnum verður fult so spennandi í vetur, sum hon hevur verið tað undanfarnu árini. Tá hev­ur Mjølnir verið oddalið frá byrjan til enda og uttan nakran slingur í valsinum, men nú eru altso tveir seriøsir avbjóðarar.
Mikukvøldið fæst kanska enn ein ábending um, um veturin verður so spennandi, sum tey óheftu og tey, sum ikki halda við Mjølni, kanska royna at vóna, tí tá verður dystur í Kollafirði millum júst KÍF og Mjølnir. Vinnur Mjølnir har, er gloppið enn størri, men vinnur KÍF, er møguleiki fyri enn meira spenningi.
Um vikuskiftið livdu tey trý fremstu liðini upp til sínar favorittleiklutir, tí Fleyr vann á útivølli ímóti bæði ÍF og Drátti, umframt at Mjølnir úti vann á Ternuni, hóast tað heldur óvæntað bleiv ein fimmsettari, og KÍF á heima­vølli gjørdi slætt borð ímóti SÍ.
Soleiðis sum kappingini hjá kvinnunum hevur háttað seg higartil, er stigatalvan eitt sindur øðrvísi á at líta, enn hon plagar, tí summi lið hava tikið seg nógv fram og onn­ur eru dragnað nógv.
Fyrst og fremst er tað stuttligt at síggja, at KÍF blandar seg upp í oddastríðið, tí seinnu árini hava ungu koll­fjarðakvinnurnar verið botnproppur, men nú gongur nógv upp í eina hægri eind, so tingini rigga og geva úrslit.
Hinvegin er SÍ, sum plagdi at vera partur av odda­stríð­num, dottið heilt niður í tyngra endan, har bara Ternan í løtuni er aftari. Men so eru afturfyri lið sum Dráttur og TB kanska held­ur stinnari, enn tey vóru tað í fjør, so enn sær nógv rætt­iliga opið út.