Fleyr og Dráttur standa til at vinna FM-heitini

Menninir hjá Fleyr og kvinnurnar hjá Drátti standa við gullinum í hondini, men tey kunnu ikki lyfta hendurnar upp um høvd, fyrr enn eftir næstu dystirnar. Eitt lítið fet skal takast afturat, áðrenn allur teortiskur ivi um FM-heitið er av vegnum

Nú er bert ein evarska lítil teoretiskur møguleiki fyri, at onnur lið enn Fleyr og Dráttur kunnu vinna meistaradeildina hjá ávíkavist monnum og kvinnum.
Oddaliðini vunnu um vikuskiftið sínar dystir púra trygt, og harvið tryggjaðu tey sær mest sum eisini FM-heitið.
Men tað er eitt lítið men  av teoretiskum slag.
Mjølnir hjá monnum og TB hjá kvinnum hava framvegis ein lítlan møguleika at fáa oddaliðini aftur, men tann møguleikin er so lítil, at hann tykist óveruligur undan seinastu tveimum dystunum.

Fleyr setti seg á trúnuna
Menninir hjá Fleyr spældu um vikuskiftið ímóti SÍ, og fyri Fleyr var tað umráðandi, at liðið vann dystin, ella vildi seinasti dysturin ímóti Mjølnir í Klaksvík gerast avgerandi fyri teir.
Og Fleyr loysti sína uppgávu til fulnar, tí teir vunnu dystin á SÍ 3-0.
Fyrsta settið vann fleyr 2-5-20, men í øðrum setti skuldu teir veruliga stríðast fyri at vinna. SÍ royndi alt, teir kundu, men at enda máttu teir lúta, og Fleyr vann settið 30-28. Hetta tóktist gera enda á SÍ, tí triðja settið vann Fleyr 25-19.
Fleyr er nú fýra stig frammanfyri Mjølnir, og tveir dystir eru eftir at spæla. Mikukvøldið skal Fleyr spæla ímóti Nøvuni, sum einki sett hevur vunnið í kappingin higartil. Tað verður ein sensatión av teimum stóru, um Fleyr ikki vinnur tann dystin.
Tá ið teir hava vunnið dystin, kunnu teir endaliga kalla seg føroyameistarar, tí tá er seinasti dysturin ímóti Mjølnir uttan týdning í stríðnum um gullið.

Dráttur trygt á veg
Hjá kvinnunum tók Dráttur eitt stórt fet ímóti gullinum, tá ið tær um vikuskiftið vunnu 3-0 á SÍ.
Øll trý settini endaðu við úrslitinum 25-19 til Drátt, og talan var tí um ein tryggan sigur til liðið úr Vágum.
Dráttur er fýra stig frammanfyri TB áðrenn seinastu tveir dystirnar, og harafturat hevur Dráttur nógv betri settmun. Tað skal tí nakað heilt serligt til, um Dráttur skal snáva nú.
Næsti dysturin hjá Drátti er ímóti júst TB, og tá er kravið til TB, at tær skulu vinna 3-0. Gera tær tað, so hevur Dráttur framvegis ein møguleika, tí í seinasta umfarinum spælir Dráttur ímóti botnliðnum Mjølnir.




Meistaradeild kvinnur

KÍF-ÍF 0-3
Dráttur-SÍ 3-0 (25-19, 25-19, 25-19)
TB-Mjølnir 3-0 (25-14, 25-19, 25-21)

Støðan
DV-TSettStig
1. Dráttur1816-251-2222
2. TB1811-740-2418
3. ÍF1810-840-3114
4. SÍ1810-837-3413
5. KÍF184-1420-477
6. Mjølnir183-1518-484



Meistaradeild menn

Nøvan-ÍF 0-3 (20-25, 17-25, 9-25)
Fleyr-SÍ 3-0 (25-20, 30-28, 25-19)

Støðan
DV-TSettStig
1. Fleyr1412-238-1517
2. Mjølnir149-533-1714
3. SÍ148-630-2310
4. ÍF146-824-289
5. Nøvan140-140-420