Tá Dráttur sunnudagin vann 3-1 á Fleyr í finaluni í Føroya Banka-kappingini, sum Mjølnir var vertur fyri, merkti tað samstundis, at ein hálvfinala mátti til, áðrenn sigast kann, hvør skal í steypafinaluna hjá kvinnum at spæla ímóti SÍ, sum longu fyri tveimum mánaðum síðani tryggjaði sær annað finaluplássið við oddasessinum í landskappingin eftir fyrsta spælda triðingin.
Fleyr hevði annars komið beinleiðis í steypafinaluna við sigri sunnudagin, tí liðið tíðliga í heyst vann FK-kappingina. Men av tí at Fleyr tapti, eru Fleyr og Dráttur púra javntstillað, áðrenn altavgerandi hálvfinalan í steypakappingini hjá kvinnum í kvøld klokkan 19 verður spæld í ítróttarhøllini á Eiði.
Í finaludystinum sunnudagin vann Dráttur fult uppiborið, men í Eik-liguni í vetur hevur Fleyr annars vunnið báðar dystirnar millum liðini ? fyrst 3-2 heima og síðani 3-1 úti, umframt at Fleyr er framman fyri Drátt í landskappingini. Vinnur Dráttur hinvegin í kvøld, er Vágoyggin væl umboðað í steypafinalunum, tí frammanundan hevur SÍ hevur spælt seg í steypafinaluna hjá bæði kvinnum og monnum.