Fleyr mundi steðgað oddaliðnum

Flogbóltur, menn: Tað var um reppið, at Fleyr megnaði at bróta sigursgongdina hjá ÍF a á Kambsdali sunnudagin, men fuglfirðingar drógu longra stráið, og nú verður ÍF-liðið neyvan tikið aftur

Fyri aðru ferð á rað skuldu fimm sett til fyri at skilja ÍF a og Fleyr, og fyri triðju ferð á rað var tað oddaliðið úr Fuglafirði, sum fór við sigrinum.

Við vanda fyri at gera teir í Mjølnir og Fram firtnar er tað ikki so langt av leið at siga, at dysturin millum ÍF a og Fleyr á Kambsdali sunnudagin var »tann moralska finalan« í meistaradeildini hjá monnunum í ár.

Seinast liðini spældu, skuldu fimm sett til, áðrenn vinnarin var funnin, og søgan endurtók seg sunnudagin. Og enn einaferð var tað ÍF-liðið, sum dróg longra stráið og samstundis tók eitt risastórt fet fram móti sínum fyrsta FM-heiti síðani 1989.

Fyrsta settið bleiv sera spennandi. Fuglfirðingar vóru á odda 13-8, men so spentu teir í á Fleyr-liðnum og fóru avstað við settinum 15-13. Annað sett bleiv ikki so javnt. Havnarmenn vunnu 15-6, og tað lá í luftini, at tap var í hendi hjá oddaliðnum.

Men ÍF a er ikki oddalið fyri einki. Eitt av sermerkjunum hjá einum oddaliði er, at teir eisini klára mótrák, og tað var júst tað ÍF gjørdi. Í triðja settinum hildu teir seg allatíðina frammanfyri Fleyr, tó uttan nakrantíð at fáa greiða leiðslu. Móti endanum hevði Fleyr møguleika at tryggja sær sigurin. Støðan var 14-14, men havnarliðið gjørdi tveir býttar feilir, og so fór ÍF avstað við triðja settinum 16-14.

Nú kom eisini vend í dystin. Fjórða settið átti ÍF alt sum tað var. Teir vunnu tað 15-8, og so noyddust liðini út í eitt fimta sett við running score og øllum tí, sum hartil hoyrir. Og her vísti oddaliðið seg at vera treystari. Fleyr var eitt skifti á odda 11-10, men ÍF vann settið 15-12 og sostatt dystin 3-2.

Ein av styrkjunum hjá ÍF-liðnum er, at teir, sum manna liðið, hava spælt saman í fleiri ár og tí eru sera væl samanspældir. Fleyr hevur hinvegin fleiri spælarar, sum eru »hinumegin« tey 30, sum eisini er miðalaldurin á liðnum.

Tað tyktist eisini, sum um Fleyr-spælararnir ikki orkaðu at fylgja við móti endanum. Smashini høvdu ikki somu ferð á, og teir sóu troyttir út. Ikki tí, tá tú hevur verið við í einum dysti, sum hevur eina effektiva spælitíð upp á 124 minuttir ? bæði fyrsta og triðja sett vardu meir enn hálvan tíma ? er ikki so løgið, at tú møðist. Men tað tyktist, sum um ÍF-spælararnir orkaðu betur at halda á so leingi, samstundis sum teir høvdu sálarligu yvirvágina eftir at hava vunnið triðja og fjórða sett.

Fuglfirðingar hava alt kappingarárið líkst einum føroyameistara, og nú gera teir tað meir enn nakrantíð. Um Fleyr hevði vunnið dystin sunnudagin, kundu teir framvegis avgjørt tað sjálvir, men nú mugu teir hava hjálp frá hinum liðunum. Tað merkir so eisini, at tað bert er upp til ÍF-liðið sjálvt at spæla seg til FM-gull fyri fyrstu ferð í tíggju ár.