Fleyr-Mjølnir 1-3 (Samrøður við venjararnar)

(FM1) Hoyr Marjuna Kalsø (Mjølnir) og Kristian Mikkelsen (Fleyr) seta orð á Fleyr-Mjølnir 1-3

Fleyr er ikki longur eitt ósigrað lið í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti.

 

Heldur óvæntað vann Mjølnir á útivølli í høllini á Hálsi í Havn 3-1 á Fleyr.

 

Settmunurin var 23-25, 25-22, 17-25 og 25-27

 

Í Kollafirði vann KÍF 3-2 á SÍ, ið eisini var eitt sindur óvæntað. Settmunurin var 25-21, 19-25, 25-21, 20-25 og 17-15

 

Fleyr er á odda við 22 stigum. SÍ er nummar tvey við 20 stigum, Mjølnir er nummar trý við 12 stigum og KÍF er nummar fýra við 11 stigum. TB hevur níggju stig á fimta plássi. Dráttur er aftast við einum stigi.

 

TRÝST á PÍLIN undir SAVNSMYNDINI, og hoyr samrøðurnar reportarin hjá FM1, Hilmar Jan Hansen gjørdi við venjararnar báðar, Marjuna Kalsø hjá Mjølnir og Kristian Mikkelsen hjá Fleyr.

 

Marjun Kalsø er ovurfegin um besta avrikið hjá Mjølnir hetta kappingarárið. Hon slær tó fast, at tað kravdi eitt 110 prosents avrik at vinna á oddaliðnum, og tað avrikið stóðu klaksvíkskvinnur fyri í dag.

 

Kristian Mikkelsen má staðfesta fyrsta tapið hetta kappingarárið, men hann slær fast, at hann vil heldur tapa ímóti Mjølnir í hesum dystinum enn at tapa ímóti Mjølnir í hálvfinaluni í steypakappingini, leygardagin 16. februar í Badmintonhøllini norðuri í Klaksvík.

 

HERber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á FM1, tá Hilmar Jan Hansen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum.