Mjølnir vann fyrru FM-finaluna hjá monnum í flogbólti. Mjølnir vann 3-1 á Fleyr í høllini á Hálsi í Havn. Settmunurin var 29-31, 23-25, 27-25, 25-19.
TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,
og hoyr frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá frásøgumaðurin hjá FM1, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum.
2) Hoyr viðmerkjaran, Odd Eliasen taka samanum dystin.
3) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Thorvald Danielsen hjá Mjølnir og Suna Juul Pedersen hjá Fleyr. Hóast sigurin er Thorvald ikki nøgdur við spælið hjá Mjølnir í dag. Suni slær fast, at teir í Fleyr trúgva uppá sín møguleika í seinnu FM-finaluni.
Seinna FM-finalan verður spæld í høllini á Hálsi í Havn leygardagin klokkan 15. Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.