SÍ ? Fleyr 1 ? 3
Føroyameistararnir í Fleyr byrjaðu kappingarárið í Sørvági. At spæla í Sørvági er ongantíð lætt, tí SÍ er sera sterkt lið á heimavølli. Eisini er Fleyrliðið broytt nakað, borið saman við seinasta kappingarár. Klæmint Isaksen venur Fleyr í ár, og aftur at sær hevur hann góðar menn. Tummas Óli Mortensen spælir framvegis, og ein leikari, sum rættiliga ger vart við seg, er Steinar Eirikstoft. Steinar er ungur, men var ein av bestu monnunum á Fleyrliðnum, sum vann alt seinasta kappingarár.
Ungt lið
SÍ er mannað við ungum leikarum, sum seinastu árini hava vunnið ungdómsdeildirnar. Í ár spælir Sune Hansen eisini við. Hann er mest kendur úr ÍF, og hevur drúgvar royndir í flogbólti. Henda samansetingin fer óiva at geva hinum liðunum onkran hvøkk, í Sørvági í hvussu er.
Byrjaðu sannførandi
Dysturin byrjaði annars sera væl hjá Fleyr. Góðu servurnar vóru nokk til, at SÍ als ikki var við í dystinum tvey tey fyrstu settini. Móttøkurnar komu ikki fram til hevaran, og tá nyttar lítið, at SÍ hevur Jón Nielsen sum smashara. Jón fekk alt ov fáar bóltar at arbeiða við, og Fleyr streyk avstað.
Broyting mátti tí koma í, og í 3. setti kom SÍ fyri seg. Lætta byrjanin hevði kanska gjørt, at Fleyr varð dovnað nakað. SÍ tók sær um reiggj, og vann hetta settið greitt. Móttøkan kom væl upp, og tí riggaði álopsspælið eisini.
Hart móti endanum
Í 4. setti byrjaði dysturin av álvara. Fleyr sá nú, at her fór ikki at vera so lætt at vinna kortini, og teir spentu seg tí út. SÍ helt á við góða spælinum, og teir vóru væl frammanfyri upp í 20, men tá fór Fleyr at nærkast. Tummas Óli kom inn, og tað gav Fleyr neyðugu trygdina. SÍ vildi tó ikki gevast so, og teir høvdu eisini settbólt, men endin var, at Fleyr vann settið 27-25 og dystin 3-1.
Sum so ofta fyrr hjá SÍ manglaði bara tað síðsta, men hini liðini eru nú ávarað. Eingin vinnur lættliga í Sørvági.