Veðrið um vikuskiftið gjørdi sítt til, at ætlaði dysturin í Trongisvági í gjár millum TB og ÍF bleiv útsettur, og í skrivandi løtu er ikki greitt, nær hesin dystur verður spældur. Tað hevur nú heldur ikki so øgiliga stóran týdning, tí dysturin er ikki avgerandi fyri, hvat fer at henda í tí meira spennandi endanum á Eikliguni hjá kvinnum.
Har gjørdi fyrst og fremst Fleyr sína skyldu við at vinna 3-0 á KÍF, og hóast fyrsta settið endaði 30-28, linkaði spenningurin fyri hvørt av hinum báðum settunum, so sigurin bleiv tryggur. At Fleyr vann á KÍF júst hesaferð, hevði so tann týdning, at nú hevur KÍF ikki longur møguleikan frá fjórða plássi at hótta finalumøguleikan hjá Fleyr.
Einasta lið, sum nú kann gera tað, er Dráttur, sum afturfyri hevur ein serstakliga krevjandi dyst í hesum umfarinum, tí hann er ímóti Mjølni og verður spældur á Giljanesi mikukvøldið klokkan 20.15. Mjølnir hevur bara tapt ein dyst í vetur, so bitin hjá Drátti man vera ivaleysa stórur at svølgja, nú vágakvinnurnar skulu royna at taka seg trý avgerandi stig nærri Fleyr, og bara tvey umfør eru eftir at spæla.
Seinni dysturin í hesum triðsíðsta umfarinum, ið varð spældur í gjár, var á Toftum millum Ternuna og SÍ, og her mestsum tryggjaðu sørvágskvinnur sær, at tær ikki kunnu enda aftast, tá tær vunnu 3-0 á Ternuni, sum er aftast saman við ÍF.
Eikligan, kvinnur
Fleyr-KÍF 3-0 (30-28, 25-21, 25-17)
Ternan-SÍ 0-3 (22-25, 11-25, 18-25)
TB-ÍF (útsettur)
Dráttur-Mjølnir (mikukvøldið kl. 20.15)