Útlitini hjá KÍF at varðveita sessin í bestu kvinnudeildini versnaðu munandi hósdagin. Tá leiktu tær nevnliga grannauppgerð móti Fleyr, sum annars hevur havt eitt avbera ringt kappingarár, og tó at kollfirðingar vunnu fyrsta settið, so var tað Fleyr, sum streyk avstað við stigunum.
Spenningur var tó alla tíðina í dystinum. Báðir partar góvu tað, sum tær høvdu, og sum tølini siga, so var talan í teimum báðum seinastu settunum um teir heilt smáu marginalarnar, sum vóru avgerandi. Hesir vóru tó í parti við Fleyr hendan dagin, og við sigrinum vunnu tær seg soleiðis tvey stig burtur frá KÍF í botninum á stigatalvuni.
Sostatt er nú mest sum greitt, at skal KÍF lyfta seg av niðasta sessinum, so verður í øllum førum neyðugt við sigri á Fleyr í seinna innanhýsis dystinum. Hartil er munurin í settum millum partarnar somikið stórur, at KÍF í øllum førum skal hava nøkur sett fleiri ímóti sterkaru liðunum, um tað hetta skal eydnast.