Fleyr-kvinnur á finalukós

Í kappingini í Eikliguni hjá kvinnum í flogbólti hevur Mjølnir í allan vetur verið so mikið sannførandi oddalið, at hjá hinum hevur meginpartin av tíðini bara verið eitt finalupláss at kappast um. Har sær Fleyr út til at liggja best fyri, nú kappingin nærkast endanum.

Hóskvøldið spældu kvinnurnar hjá Fleyr og SÍ í Gundadalshøllini, og hóast SÍ vann 25-20 í fyrsta setti, so tók Fleyr yvir og tey bæði næstu settini greitt, 25-13 og 25-19. Í fjórða setti, sum var seinasti møguleikin hjá SÍ at berja seg innaftur í dystin, men tá avtornaði, vann Fleyr settið 26-24 og harvið dystin 3-1.
Sigurin merkir, at nú øll átta liðini í Eikliguni hjá kvinnum hava spælt 19 dystir, er Mjølnir langt á odda við 36 stigum, men nú er Fleyr næstfremst við 27 stigum og SÍ triðfremst við 26 stigum. Sostatt hevur Fleyr vunnið sær ein fyrimun í finalukappingini við SÍ, nú bara tvey umfør eru eftir av sjálvari landskappingini.

Eik-ligan kvinnur:
Sunnudagin 3. mars
SÍ – TB (14.00)
Dráttur – Mjølnir (13.30)
ÍF – Fleyr (15.00)
Ternan – KÍF (14.00)

Støðan Dystir Sett *
Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig
Mjølnir 19 19 0 57 3 54 36
Fleyr 19 14 5 46 23 23 28
SÍ 19 14 5 47 16 31 26
TB 19 12 7 37 30 7 19
Dráttur 19 7 12 26 38 -12 14
Ternan 19 6 13 26 43 -17 13
KÍF 19 4 15 18 49 -31 9
ÍF 19 0 19 2 57 -55 0

Eik-ligan menn:
Sunnudagin 3.mars
ÍF – SÍ (17.00)
Fleyr – Mjølnir (14.00)

Støðan Dystir Sett *
Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig
ÍF 16 16 0 48 4 44 30
SÍ 16 10 6 33 24 9 18
Fleyr 16 6 10 24 31 -7 12
Mjølnir 16 0 16 2 48 -46 0