Fleyr klárt á odda

Flogbóltur: Við sigri á SÍ í seinasta dystinum í hesum túsundára skeiðnum legði Fleyr sjógv millum seg og hini liðini í meistaradeildini

SÍ-Fleyr 0-2


Fleyr er klárt á odda í landskappingini í flogbólti nú seinastu dystirnir í hesum túsundáraskeiðnum eru leiktir og kappingin fer í jólafrí.

Fleyr hevði ein torføran útidyst móti SÍ í Sørvági sunnudagin, men tað vísti seg kortini ikki at vera tann stóri trupulleikin fyri havnarmenninar.

Sørvingarnir hava annars staðið seg rættuliga væl í fyrra parti av kappingini, og so løgið tað enn ljóðar, serliga væl á útivølli.

Hepnir hava teir kanska eisini verið til tíðir, men sum við so mongum, so klárar tú teg ikki uttan at hava eydnuna við sær við hvørt.


Stígur komin í

Seinastu trý umførini hevur tó verið so sum so við eydnuni, tí illa hevur gingist teimum at koma úr stað.

Undan hesum dystinum taptu teir dystirnar móti Fram og móti Mjølni, og tí var týdningarmikið hjá sørvingum at vinna á Fleyr.

Men soleiðis varð ikki. Teir taptu og liggja tí á fjórða plássi, sum kortini ikki er so illa allíkavæl, tí tað er stutt upp til Mjølnir og Fram, sum hava tvey stig fleiri. Hinvegin er vegurin upp til oddaliðið munandi drúgvari, tí Felyr hevur fult stigatal fyri 10 dystir.


Ringir at taka

Og tað verður sera trupult hjá nøkrum av hinum liðunum at taka Fleyr.

Spælið hjá teimum hevur verið sera væl skipað í ár, og teir hava vunnið rættuliga lætt teir flestu dystirnar.

Tí var tað eisini væntandi at Fleyr fór at vinna í Sørvági, hóast sørvingarnir eru vornir nógv sterkari síðani nógv umrødda dystin í Havn á sinni.

Fleyr fer tí í jólafrí á einum sera tryggum fyrstaplássi, sum hini liðini fáa meiri enn trupult við at gera nakað við eftir jól.

Men, sum teimum flestu kunnugt, verða stigini býtt í helvt í steðgninum, og tað merkir, at munurin fer úr átta niður í fýra, og tað gevur til dømis Mjølnir, sum rættuliga tykist vera komið fyri seg, ein møguleika. Livst so spyrst.