Fleyr kann tryggja sær FM

Um Fleyr vinnur dystin í meistaradeildini hjá monnum ímóti SÍ sunnudagin, eru teir føroyameistarar. Dráttur kann taka eitt stórt fet ímóti FM í meistaradeildini hjá kvinnum við at vinna á SÍ sunnudagin

Flogbóltur

Flogbóltskappingin gongur ímóti endanum, og longu hetta vikuskiftið kunnu avgerðirnar falla um føroyameistaraheitini hjá bæði monnum og kvinnum.
Tvey umfør eru eftir at spæla hjá monnum, og har kann Fleyr avgera alt í dystinum ímóti SÍ sunnudagin.
Fleyr er eitt stig frammanfyri Mjølnir, men hevur ein dyst til góða. Tí skal Mjølnir hava eina stóra hjálpandi hond frá SÍ, um teir skulu varðveita møguleikan at vinna FM.
Fleyr skal bara vinna dystin sunnudagin, og so er FM-heitið komið heim. Eydnaðist ikki Fleyr at vinna, so verður talan um eina veruliga finalu um FM-heiti í síðsta umfarinum, tá tey bæði fremstu liðini, Mjølnir og Fleyr, spæla í Klaksvík.
Ein annar dystur verður um vikuskiftið, og hann er ímillum Nøvuna og ÍF.

Dráttur nær við gullið
Hjá kvinnum hevur Dráttur ligið fremst alt kappingarárið, og hóast liðið í seinasta umfari tapti púra óvænta ímóti KÍF, kann liðið avgera alt sjálvt.
Dráttur spælir ímóti SÍ sunnudagin, og kvinnurnar úr Drátti kunnu taka eitt týðandi fet fram ímóti FM-heitinum við at vinna hendan dystin.
Einasta liðið, sum kann fáa Drátt aftur, eru steypavinnararnir úr TB, og tær skulu sunnudagin spæla ímóti Mjølni á heimavølli.
Ein annar dystur er hjá kvinnum, men hann hevur ikki so stóran týdning, tí hann er ímillum tey bæði niðaru liðini KÍF og ÍF.