Fleyr-KÍF 3-1: Avgerandi bóltarnir og samrøður (FM1)

(FM1) Hoyr samrøður við Hildu B. Mortensen (Fleyr) og Óluvu Mohr (KÍF)

Fleyr vann sær trý týðandi stig ímóti KÍF í høllini á Hálsi fyrr í kvøld. Sigurin kom væl við aftaná hinir báðir biðlarnir til FM-finaluplássini, SÍ og Mjølnir vunnu sínar dystir.

 

Fleyr vann 3-1 á KÍF. Settmunurin var: 25-23, 25-15, 24-26 og 25-16.

 

Mjølnir vann fyrr í dag 3-1 á Drátti á Giljanesi. Vit hava tíverri ikki fingið settúrslitini. Ígjár vann SÍ á heimavølli 3-1 á TB. Settmunurin var: 25-23, 25-20, 21-25 og 25-19.

 

SÍ er á odda við 26 stigum, Fleyr er nummar tvey við 25 stigum og Mjølnir er nummar trý við 18 stigum. KÍF hevur 14 stig, TB hevur 12 stig og Dráttur er aftast við einum stigi.

 

TRÝST á PÍLIN undir NIÐARU MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum.


2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Hildu Bolstad Mortensen hjá Fleyr og Óluvu Mohr hjá KÍF.