Fleyr hótti - Mjølnir vann

Føroya Tele-deildin, menn: Fleyr hótti, men Mjølnir vann

(Myndin av Mjølni er frá evropeiska dystinum millum Mjølnir og Numidia VC Limax LINNE)

Fleyr – Mjølnir 1-3 (22-25, 25-21, 22-25, 19-25)

 

Lítið bendi á spenning, tá Mjølnir hevði lagt seg á odda 16-9 í fyrsta setti, men Fleyr gjørdi ein vørr og minkaði um munin niður í tvey stig við støðuna 21-23, tá annar av póllendingunum hjá Mjølni, Mateusz Pazgan, langaði smassjið út av vøllinum, men hin póllendingurin, 202 cm langi Barlomiej Grzegorzewski, vann kortini settið 25-22 fyri Mjølnir, tá hann vann netduellina við blokki. 

 

Mjølnir legði seg aftur trygt á odda beinanveg í øðrum setti, 8-3 og 9-5, men Fleyr javnaði til 9-9 við blokki frá Róa Hentze og fór framum 16-15 við serviessi frá Nielsi Niclasen, sum aftur gjørdi tað til 17-15 við back spike, har hansara egna harða serva hevði gjørt forarbeiðið. Enn eitt serviess frá Nielsi legði Fleyr trý stig framum, og støðan gjørdist eisini 19-15. Fleyr megnaði at halda munin, tað sum eftir var av settinum og vann 25-21, tá slagið frá Róa Hentze aftanfyri 3-metra strikuna smeyg sær niður í postkassan. 

 

Fleyr helt fram við sama lag í triðja setti og legði seg á odda 17-10. Mateusz Pazgan minkaði so um munin til 11-17 við smassji, áðrenn hann sjálvur fór at serva. Servitrýstið var øgiligt og móttøkurnar hjá Fleyr vóru um ein háls, og Mjølnir minkaði um munin niður í eitt stig. Javnt gjørdist við 20-20, og síðani aftur 22-22, tá Mjølnir vann tríggjar bóltar á rað, og settið 25-22 – síðsta stigið við óprovokeraðum feili frá Fleyr, sum tað vóru nakrir av síðstu løtuna. 

 

Eftir javna byrjan í fjórða setti, har støðan gjørdist 6-6, vann Mjølnir sjey av teimum næstu átta stigunum, og støðan gjørdist 7-14. Trúgvin tóktist tá at vera farin hjá Fleyr, og Mjølnir vann trygt 25-19.

 

Við sigrinum leggur Mjølnir seg upp á liðina á ÍF á fyrsta plássi, har bæði hava 7 stig, men har ÍF hevur betri settmun. 

 

ÍF vann sunnudagin 3-0 á Ternuni: Ternan – ÍF 0-3 (07-25, 14-25, 23-25). Mikukvøldið kl. 19 spæla SÍ og Fleyr í Sørvági, har SÍ hevur møguleika at leggja seg javnt í stigum við tey bæði ÍF og Mjølnir.

 

Støðan í Føroya Tele-deildini, monnum:

 

Nr. Lið   Dystir/Stig (settmunur)

 

1 ÍF             3  /  7   (+5)

 

2 Mjølnir   3  /  7   (+3)

 

3 SÍ             2  /  4   (+2)

 

4 Fleyr       2  /  0    (-4)

 

5 Ternan   2  /  0    (-6)

 

(Myndin av Mjølni er frá evropeiska dystinum millum Mjølnir og Numidia VC Limax LINNE)