Í kvøld tryggjaði FLEYR sær sigurin í finaluni í steypakappingini. Mótstøðuliðið var SÍ, sum trý tey undanfarnu árini hevur vunnið steypafinaluna.
SÍ kvinnurnar hava vunnið steypakappingina fimm ferðir. Umframt 2019 – 2021 vann SÍ eisini finalurnar í 2009 og 2010.
Finalusigurin hjá FLEYR í dag var tann triði. FLEYR var eisini steypavinnari í 2016 og 2018.
Tað hevur verið steypakapping í flogbólti fyri kvinnur síðani 2000. Mjølnir eigur metið í steypasigrum. Kvinnurnar í Klaksvík hava vunnið steypið sjey ferðir – 2000, 2001, 2005, 2011, 2012, 2013 og 2014.
| Flogbóltur | |||
| Steypavinnarar kvinnur 2000 - 2022 | |||
| 2022 | FLEYR | ||
| 2021 | SÍ | ||
| 2020 | SÍ | ||
| 2019 | SÍ | ||
| 2018 | FLEYR | ||
| 2017 | TB | ||
| 2016 | FLEYR | ||
| 2015 | Dráttur | ||
| 2014 | Mjølnir | ||
| 2013 | Mjølnir | ||
| 2012 | Mjølnir | ||
| 2011 | Mjølnir | ||
| 2010 | SÍ | ||
| 2009 | SÍ | ||
| 2008 | ÍF | ||
| 2007 | Dráttur | ||
| 2006 | TB | ||
| 2005 | Mjølnir | ||
| 2004 | TB | ||
| 2003 | TB | ||
| 2002 | TB | ||
| 2001 | Mjølnir | ||
| 2000 | Mjølnir | ||











