Hóast KÍF-kvinnurnar royndu, so fingu tær tó einki gjørt við Fleyr, ið tók øll trý settini og styrkti sær um støðuna á næstfremsta plássi á stigatalvuni. Fleyr líkist meira og meira einum avbjóðara, ið roknast kann við, nú kappingin um at koma í FM-finalurnar harðnar.
Oddaliðið, Mjølnir, hevði frí um vikuskiftið, men hóast hetta, so hava tær úr Klaksvík framvegis spælt ein dyst meira enn Fleyr, SÍ og ÍF, ið eru hini trý liðini, sum eru við í sjálvari finalukappingini. Og av hesum er Fleyr at meta sum mest ítøkiliga boðið, ið enntá kann taka fyrstaplássið frá Mjølnir, um Fleyr vinnur dystin, liðið eigur á.
At fýra lið eru við í kappingini um tey bæði finaluplássini, gevur kappingini hjá kvinnunum nakað eyka, tí enn eru altso nokk so nógvir dystir eftir, so nógv kann avgerast og venda allar hugsandi vegir, tá samanumkemur.
Sum er, mugu Mjølnir og Fleyr metast sum sterkastu boðini upp á FM-finalistarnar, tí SÍ-liðið er viknað og tykist hálvavegna uppsteðgað, og um ÍF sum tað fjórða veruliga megnar at blanda seg uppí heilt har frammi, skal nokk so nógv til, tí ÍF er eitt petti aftan fyri hini og hevur eisini ringasta settmunin.