ÍF-Fleyr 1-2
(21-18, 11-21, 7-5
9-21, 8-21, 5-15)
Hóast tað var stórur stigamunur í teimum settunum, sum Fleyr vann, so eydnaðist tað kortini fuglfirðingum at vinna fyrra hálvleik. Tá samanumkom, var kortini einki at gera hjá fuglfirðingum, tí tá oddaliðið í meistaradeildini fekk ferð á spælið, var einki at gera hjá ÍF.
Sambært skránni átti dysturin millum ÍF og Fleyr at verið leiktur sunnudagin, men av ymsum orsøkum var hann fluttur til fríggjakvøldið ístaðin.
ÍF hevði undan dystinum bara tað eina stigi og tí var ikki væntað, at teir skuldu gera stórvegis um seg móti Fleyr, sum liggur klárt á odda í meistaradeildini.
Men, sum so ofta tá dystur er millum topp og botn, so tekur oddaliðið sær ov nógv av løttum, og tí endaði tað eisini við, at ÍF tók sær av fyrra hálvleiki, fyri nøsini á havnamonnum.
Ikki heilt á berum
Sum kunnugt, so er tað ÍF, sum er meistari í løtuni, men av tí at teir hava mist nógv fólk, eru umstøðurnar hjá teimum ikki so góðar.
Kortini skal hetta ikki misskiljast, tí á liðnum eru fleiri leikarar, sum eru stak góðir flogbóltsleikarar. Trupulleikin er bara, at liðið er ikki spælt saman enn.
ÍF hevur m. a. við sigrinum á Mjølni fyrr í kappingarárinum víst, at teir kunnu taka stig frá teimum góðu liðunum, og tí skal einki lið taka sær av løttum. Serliga ikki tá spælt verður í høllini á Kambsdali.
Um Fleyr leikararnir høvdu gloymt hetta ella um tað var tí, at spælið ikki fekst at koyra í fyrsta setti skal vera ósagt, men endin var, at ÍF vann fyrsta sett 21-18.
Hvøkkurin hevur uttan iva gjørt sítt til, at Fleyr er vaknað við kaldan dreym, tí í øðrum setti smurdu teir ÍF av. Settið endaði við greiðum 21-11 sigri til Fleyr, og so mátti javnbrótari til.
Her var ÍF omaná, og tískil fóru teir til hávleik við leiðslu.
Lótu aftur
Men tað var so at siga tað, sum var at síggja til ÍF. Aftan á steðgin kom Fleyr aftur sum eitt óløgið, og tað hevði við sær, at teir vunnu tey bæði næstu settini 21-9 og 21-9.
Í veruleikanum kann sigast, at hesi settini veruliga vísa munin, sum er á liðunum, tá Fleyr fær sítt spæl at ganga eftir vild, tí tá er spælið hjá teimum ein frægd fyri eyga.
Hinvegin hava teir í løtuni ein motivatiónstrupulleika av tí, at teir eru so langt frammanfyri hini liðini í deildini. Kortini eigur slíkt ikki at henda fyri eitt oddalið, sum í veruleikanum hevur framúr spælarar á hvørjum einasta plássi.
Eftir fjórða sett stóð á jøvnum og tí mátti seinasti javnbrótarin til fyri at finna eina avgerð, og heldur ikki her var nakar slingur í valsinum.
Fleyr vann ruddiliga 15-5 og harvið dystin 2-1.
Við sigrinum fór Fleyr seks stig fram um næsta liðið í deildini, sum er Fram. Teir liggja í løtuni við 6 stigum - ájavnir við Mjølnir, sum kortini hevur leikt ein dyst fleiri.










