Fleyr framvegis onki stig

Í meistaradeildini hjá monnum gongur av skriðuni hjá havnarfelagnum, Fleyr. Síðsta vikuskifti fingu teir vitjan av Mjølnir, og heldur ikki hesa ferð eydnaðist tað Fleyr at vinna dystin. Dysturin endaðI við einum 3-1 sigri til Mjølnir.

Byrjaðu væl
BotnliðIð úr Havn legðI væl út, og vann fyrsta settið 25-19. Klaksvíkingar svaraðu aftur og vunnu næsta settið 25-12, og tá fór luftin úr heimaliðnum. Mjølnir vann eisini tvey tey næstu settini, og hevur við sigrinum sunnudagin stytt um frástøðuna til oddaliðIð ÍF. Komandi vikuskiftið bresta júst Mjølnir og Fleyr saman í Klaksvík, og við einum sigri kunnu klaksvíkingar vinna seg enn meir inn á ÍF.