Fleyr feldi SÍ

SÍ-Fleyr 1-3 (21-25, 21-25, 26-24, 20-25):

Nakað óvæntað tapti SÍ í egnari holu móti Fleyr, sum tí varðveitir sambandið við oddaliðini. Í Fleyr hava teir ikki mist trúnna uppá, at tað ber til at vinna kappingina

 

Flogbóltur


Við einum góðum liðavriki eydnaðist tað Fleyr at vinna 3-1 í Sørvági móti SÍ, sum sostatt tapti á heimavølli fyri fyrstu ferð í ár.

At Fleyr vann, var eitt sindur óvæntað, men sigurin var uppiborin. Stríðsviljin var góður, og at sigurin hevði stóran týdning fyri havnarliðið, er einki at ivast í.

Eftir at jugoslaviski venjarin fór avstað aftur, hevur Jan Hentze staðið fyri venjingini, og hann er sum vera man væl nøgdur við úrslitið í Sørvági.

- Tað var sjálvandi gott at vinna, og tað hevði eisini týdning fyri okkum, tí annars høvdu vit mist takið í kappingini. Sum nú er, er munurin framvegis lítil millum okkum og Fram og SÍ, og vinna vit eisini móti Fram næsta vikuskiftið, sær tað enn betri út, sigur Jan Hentze.

Hann sigur, at Fleyr spældi væl leygardagin, og ikki minst fingu teir nógvar bóltar upp av gólvinum.

- Tað er eitt sindur óvanligt fyri okkum at fáa so nógvar bóltar upp aftur, tá vit spæla í eini lítlari høll. Burtursæð frá tveimum dystum um árið móti SÍ og Fram, so spæla og venja vit í eini stórari høll, har tað er betri pláss og lættari at síggja bóltarnar koma. Men hesin parturin av spælinum riggaði ómetaliga væl hjá okkum í Sørvági, sigur Jan Hentze.

Liðið var eisini aftur í sterkastu uppstilling, tí Johannes Eidesgaard var komin aftur á miðjuna. Tað førdi so við sær, at Klæmint Isaksen, sum spældi á hansara plássi seinast móti Mjølni, kundi fara aftur á hevaraplássið.

Tummas Óli Mortensen spældi hevari seinast, men Klæmint er størri og er tí eisini sterkari í blokkinum, umframt at Johannes spældi væl á miðjuni.


Eingin kæra hesaferð

Øll tey fýra settini í dystinum vóru rættiliga jøvn. Fleyr vann tvey tey fyrstu 25-21, áðrenn SÍ tók tað fjórða 26-24.

Í hesum fjórða settinum tók ein støða seg upp, sum minti um hana í kvinnudystinum millum Fleyr og ÍF herfyri - ein støða sum elvdi til at Fleyr kærdi. Leikandi venjarin hjá SÍ, Borko Ilic, fekk ein alboga í andlitið og noyddist at fara út eina løtu. Hetta ørkymlaði SÍ-liðið somikið, at teir stillaðu skeivt uppaftur. Endin varð, at teir mistu tvey stig uppá hetta, so støðan frá at vera 13-13 bleiv 13-11 til Fleyr.

Men sørvingar dugdu at brúka hetta somikið positivt, at teir bara gjørdust enn meira uppsettir og vunnu settið.

Men tað rakk ikki til sigurs, tí fjórða sett endaði 25-20 til Fleyr, sum sostatt fekk tvey týdningarmikil stig, nú grundspælið er farið at líða móti endanum.


Fara eftir gullinum

Jan Hentze fegnast um, at vánaliga gongdin, sum Fleyr hevði fyrr í kappingini, nú sær út til at vera vend.

- Tað er ikki ov nógv sagt, at tað gekk av skriðuni, og vit taptu tríggjar dystir á rað. Síðani venjarin varð skiftur út, hava vit bara vunnið, men eg veit ikki um venjaraskiftið er grundin til tað...

Góða gongdin í seinastuni hevur eisini givið teimum í Fleyr betri mót uppá restina av kappingini.

- Sjálvandi fara vit eftir gullinum, og teir møguleikarnir eru batnaðir aftaná sigurin leygardagin. Fleiri av okkum eru vorðnir rættiliga gamlir, men hóast aldurin eru vit ikki mettir enn. Summi siga, at tað hevur størst týdning at vera við, men fyri meg hevur tað altíð gingið út uppá at vinna, og tað ger tað enn. Ert tú ikki við fyri at vinna, kanst tú tað sama halda teg burtur, sigur Jan Hentze, sum altso bara er ein av fleiri veteranum á Fleyrliðnum.