Fleyr fekk fyrstaplássið

Av tí at SÍ-kvinnurnar bastu Mjølni í Klaksvík, kundi Fleyr við sigri á TB í Trongisvági varðveita oddasessin, nú stigatalvan skjótt endaliga kann gerast upp

Dystirnir í Eik-liguni hjá kvinnum í gjár høvdu í veruleikanum bara ávirkan á, hvussu endaliga støð­an skuldi gerast í toppinum á stiga­talvuni. Spurningurin var, um Fleyr ella Mjølnir skuldi enda ovast, tí vinn­arin av landskappingini vann rættin til heimadyst í einum møgu­ligum triðja dysti, tá FM-finalurnar verða spældar.
Fleyr var á vitjan í Trongisvági, og har eydnaðist havnarkvinnum at vinna. Og tá Fleyr undan dystinum var oddalið, gjørdist sigurin nóg mikið til at tryggja oddasessin og møguleikan fyri heimavølli, skuldi verið neyðugt við meira enn tveim­um finaludystum.
Í dystinum ímóti TB, sum hevði Katrin Petersen við aftur eftir longri skaðasteðg, kom Fleyr klárt betur frá byrjan og tók tey bæði fyrstu settini rímiliga sannførandi. Men í triðja setti raknaði TB við og megnaði at vinna, hóast farast mátti upp um 25, áðrenn settið var komið til høldar. Hetta skakaði tó ikki Fleyr meira enn so, at í fjórða setti var yvirvágin aftur rímiliga klár, so tá TB eina ferð sá út til at koma í gongd, var tað longu ov seint.
Fleyr, sum var uttan Guðrið Syderbø hesa ferð, dugdi væl at brúka høgu spælararnar í blokk­inum, so tað gjørdist meira enn trupult hjá TB at koma ordiliga ígjøgn­um. Og í løtum var spælið hjá Fleyr so gott, at tað skuldi boða frá góðum undan finalunum ímóti Mjølni.

SÍ skákaði Mjølnir
Aftaná vísti tað seg, at sjálvt um Fleyr ikki skuldi havt vunnið, hevði tað allíkavæl rokkið til fyrsta­plássið, tí Mjølnir kláraði ikki sína upp­gávu, tá SÍ var á vitjan í Bad­minton­høllini í Klaksvík. Sostatt kundu SÍ-kvinnurnar enda árið við uppreistari pannu, hóast tær óivað eru vónbrotnar um, at tær ikki komu í finaluna.
SÍ fekk eina góða byrjan og vann tvey tey fyrstu settini. Og hóast spælið hjá SÍ ikki alla tíðina var á toppinum, var tað nóg mikið til at taka hesi bæði settini, tí Mjølnir slapp slett ikki í gongd. Men í triðja og fjórða setti komu klaks­víkskvinnur langt um leingi fyri seg, og serliga í triðja setti spældu tær væl og fingu álopini at rigga.
Sostatt mátti eitt fimta sett gera av, hvør skuldi vinna dystin, og nú var tað aftur SÍ, ið var omaná. Frá byrjan var SÍ eitt sindur frammanfyri og megnaði at halda munin, og sjálvt um Mjølnir hevði hug at nærkast ímóti endanum, vann SÍ síðsta og avgerandi bóltin í einum spennandi fimta setti, ið endaði 15-12.
Sum onkur tók til, var tað kanska Mjølnir, ið vísti meira av álops­spæli, men tað munaði bara ikki nóg mikið, tí SÍ vísti seg í verju­spælinum frá sínari allarbestu síðu og fekk øgiliga nógv uppaftur av gólvinum.
Tann allarsíðsti dysturin í lands­kappingini hjá kvinnunum verður spældur á Toftum í kvøld klokkan 20, tá Ternan tekur ímóti Drátti.