Fleyr-ÍF 3-1: Avgerandi bóltarnir og samrøður (FM1)

(FM1) Hoyr Hjørt Sólstein hjá ÍF og Róa Hentze hjá Fleyr seta orð á dystin Fleyr-ÍF 3-1

Tað verður Fleyr sum kemur at spæla steypafinalu ímóti Mjølnir í steypafinaluni hjá monnum í høllini í Hálsi í Havn, leygardagin 2. mars.

 

Tað er greitt aftaná 3-1 sigurin hjá Fleyr ímóti ÍF í hálvfinaluni, ið var leikt í Badmintonhøllini norðuri í Klaksvík. ÍF vann fyrsta sett, men Fleyr reisti seg og vann trý tey næstu settini.

 

ÍF hevur annars fyri stuttum vunnið tvær ferðir á Fleyr í landskappingini. Í báðum førum var talan um 3-2 sigrar. Settmunurin í dag var 26-28, 25-20, 25-23 og 26-24.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum. Rønn Eliasen var viðmerkjari.

 

2) Hoyr Rønn Eliasen taka samanum dystin. Rønn staðfesti, at Fleyr var betri á degnum, og hevði sigurin uppibornan. ÍF gjørdi ov nógv mistøk í teimum avgerandi løtunum.

 

3) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Hjørt Sólstein hjá ÍF og Róa Hentze hjá Fleyr. Hjørtur viðgekk, at saknur var í Bartali Eliasen í dag, tí tað riggaði ikki nóg væl hjá ÍF í dag. Rói Hentze fegnast um, at hann og liðfelagarnir spældu ein framúr góðan dyst í dag.