Fleyr dreingir 12 eru meistarar

Fyrsta finalan í dag var gysari millum dreingir hjá Fleyr og SÍ

FM í flogbólti fyri yngru deildirnar heldur fram í Trongisvági í dag.

Fyrsta finalan í dag var sannur gysari millum dreingir 12 hjá Fleyr og SÍ. Fleyr legði best fyri og var skjótt nøkur stig frammanfyri. Leiðslan helt alt settið, sum Fleyr vann 25 – 16.

 

Í øðrum setti var vent í holuni. SÍ legði seg við góðum og tryggum spæli framum, meðan nógvir persónligir vóru at síggja á Fleyr-liðnum. SÍ vann við sama settmuni, sum Fleyr vann fyrsta settið - 25 – 16.

 

Spenningurin var nú øgiligur undan triðja og avgerandi settinum. Ommur, abbar, mammur og pápar og onnur avvarðandi reistust í høllini og rópini geltu saman við rungandi disko-tónleikinum, sum alla tíðina var at hoyra.

 

Fleyr legði seg á odda, men ongantíð við meira enn tveimum ella trimum stigum, og tá liðini skiftu síðu, var støðan 8-6 til Fleyr.

Og eftir hetta kom blandaða liðið hjá SÍ ongantíð rættuliga inn í dystin aftur. Fleyr gjørdi bart, og vann trygt 15 – 9.

Harvið varð Fleyr FM vinnari í deildini fyri dreingir 12 við 2 -1 sigri á SÍ.

Steypið handaði Ólavur Bjarkhamar, frá Varðin Pelagic, sum er høvuðstuðul í kappingini í Trongisvági.