Fleyr bukaði Nøvuna

Fleyr er nú betri við í meistaradeildini hjá monnum, eftir at teir bankaði Nøvuna av leygardagin.

FLOGBÓLTUR

Í vikuskiftinum var túrurin komin til Fleyr at møta Nøvuni, og søgan endurtók seg enn einaferð.
Fleyr sutt sagt hølvaði Nøvua av, og Nøvan hevði ongantíð ein møguleika at vinna dystin. Teir fingu tó eitt hampiligt úrslit í fyrsta setti, sum Fleyr vann 14-25.
Í øðrum setti vaks munurin. Fleyr spældi væl, og Nøvan hevði sum so ongan møguleika ímóti vælspælandi havnarliðnum. Hetta settið endaði við 11-25 sigri til Fleyr.
Høvdu tvey tey fyrstu settini ginið illa hjá Nøvuni, so gekst av skriðuni í triðja setti. Her fingu teir snøgt sagt ikki eitt bein til jørðina, og Fleyr vann heili 1-25. Hetta er næstan óhoyrt í føroyskum flogbólti.
Við stórsigrinum á Eiði leygardagin kann Fleyr spakuliga byrja at hyggja uppeftir á stigatalvuni. Teir hava nú vunnið seg uppá fýra stig og liggja á einum fjóðra plássi javnir í stigum við SÍ.