Fleyr á bronsukós

Fyri ikki so langt síðani sá kappingarárið út til at vera farið fullkomuliga til spillis hjá Fleyr, men nú endaspurturin er í gongd, hava havnarkvinnurnar brádliga møguleika fyri heiðursmerkjum. Gongst alt eftir vild hjá Fleyr, kann tað verða bronsufinalu, tá liðið møtir Mjølnir í seinasta umfarinum.
Í gjár var Fleyr á Kambsdali, har tað eisini gjørdist tann væntaði 3-0 sigurin. Í øðrum setti var tó um reppið, at ÍF fór avstað við øllum, tá Fleyr valdi at royna eina øðrvísi uppstilling, men í triðja setti var aftur eingin ivi og Fleyr vann dystin greitt.
Yvirhøvur hevði Fleyr í dystinum gott uppspæl og fekk lagt trýst á ÍF, sum hinvegin spældi væl í øðrum setti og gjøgnumgangandi tykist spæla alsamt betur. Men Fleyr hevði munin og hevur enn møguleika at taka heiðursmerki, meðan ÍF verður hangandi á næstaftasta plássi.