Gamli klassikarin í mansflogbólti var á skránni í Gundadalshøllini í Havn í gjár, tá Fleyr tók ímóti Mjølnir. Seinnu árini hevur Mjølnir dugað og víst meira, meðan Fleyr ikki ordiliga er komið heilt upp á toppin aftur. Men nú var vent í holuni.
Mjølnir var síðsta vetur bæði steypa- og FM-finalistur, men mátti í báðum førum lúta fyri ÍF, ið var klárt sterkasta liðið í Eik-liguni hjá monnum. Størsti veikleikin hjá Mjølnir var tá, at breiddin ikki var nakað serlig, tí liðið hevði ikki javnsterkar menn, ið kundu kappast um plássini.
Hinvegin hevur heldur ikki tað stóra verið at sæð til nakra breidd hjá Fleyr, men í gjár góvust so nakrar ábendingar um, at havnarfelagið kanska er á veg at koma fyri seg aftur. Meðan Mjølnir hevði sínar níggju mans við úr Klaksvík, hevði Fleyr pláss fyri fleiri útskiftingum, uttan at hetta kortini sá út til at nerva spælið stórvegis.
Fleyr vann bæði fyrsta og annað sett, men í øðrum setti kom Mjølnir væl við, eftir at hava verið einar 10 bóltar aftanfyri, og Mjølnir vann eisini triðja sett. Men í fjórða setti var alt við tað gamla, sum tað hevði verið tey bæði fyrstu, og Fleyr vann bæði settið og dystin.
Enn er einki útliðið, og hetta var fyrsti dystur hjá bæði Fleyr og Mjølnir, men sum tendensurin var her, kann Fleyr síggja fram til eitt spennandi ár, meðan Mjølnir við lítlari breidd skal ansa sær – serliga, um onkur av hinum liðunum taka seg fram. SÍ og ÍF spældu ein fimmsettara fyri viku síðani, so nógv kundi bent á, at her eru fleiri um boðið.









