Fleyr-ÍF 3-1
23-25, 25-16, 25-21, 25-16
Flogbóltur
Dysturin í Gundaldalshøllini millum Fleyr og ÍF í meistardeilduni hjá kvinnum, var spennandi og góður, men tó merktur av nógvum feilum. Liðini liggja í miðjuni á stigatalvuni har Fleyr liggur á 4. plássi og ÍF á 5.plássi.
Hesi bæði lið hava ikki vunnið nógvar dystir í ár, og tí var umráandi at vinna henda dystin bæði fyri tey tvey stigini, men eisini fyri sálarligu styrkina. Sum áður sagt, so vóru nógvir persónligir feilir í dystinum, men Fleyr var liðið, ið gjørdi færri, og tískil vunnu tær dystin.
ÍF legði hart út
ÍF byrjaði dystin ógvuliga væl, og tað gekk skjótt fyri seg. Sum tá ein stormur herjar á oyggjarnar herjaði ÍF á í Gundadalshøllini, við at leggja seg á odda 1-8 í fyrst setti.
Fleyr damurnar gjørdu nógvar feilir og móttøkurnar vóru ikki serliga góðar. Fleyr tók seg tó meira saman, og otaðu tær seg meira at ÍF. Miðskeiðis í settinum gjørdist alsamt javnari, men at enda bragdaði koritni hjá ÍF, og vunnu tær sera tepurt.
FLEYR tók seg saman
Restina av dystinum stýrdi Fleyr . Feilirnir vóru skúgvaðir til viks, men harafturímóti var tað fuglfirðingar ið gjørdu feilirnar. Hóast fuglfarðadamurnar stríddust væl, sum tær altíð gera, blivu feilirnir ikki færri, og nú tá Fleyr eisini sýndi betri hugburð, varð tað ógvuliga tungt hjá ÍF at koma fyri seg aftur. Annað setti vann Fleyr ógvuliga sannførandi 25-16, men fjórða settið varð aftur meira javnt.
Randi Larsen, sum er eitt kent navn í føroyskum flogbólti, stýrdi ÍF liðnum. Hon var allastaðni har bólturin var, og hon hevur eisini rutinuna til at lesa spælið. Men hóast Randi gjørdi tað hon kundi, so var Fleyr tað betra liðið, ið vann ein hóast alt uppibornan 3-1 sigur.









