Mjølnir hevur í allan vetur verið á odda í Eik-liguni hjá kvinnum, og einki er í so máta broytt, nú endaliga støðan fyriliggur, tí Mjølnir er fremst við 34 stigum, eitt meira enn hin finalisturin, Fleyr. Og hóast serliga Dráttur og KÍF hava havt hugt at blandað seg, hevur eingin verulig hóttan verið ímóti teimum báðum fremstu liðunum.
Mjølnir og Fleyr møtast leygardagin klokkan 15 í fyrstu FM-finaluni, sum verður spæld í Badmintonhøllini í Klaksvík. Síðani verður onnur finalan spæld í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn eina viku seinni, leygardagin 5. apríl klokkan 13, og um neyðugt, verður ein triðja finala spæld á sama stað dagin eftir, sunnudagin 6. apríl.
Ein dystur hongur annars eftir hjá kvinnunum, og tað er tann millum TB og ÍF, sum skuldi verið spældur sunnudagin 9. mars, men bleiv útsettur fyri illveður. Hann skal sjálvandi spælast, sjálvt um hann onga ávirkan fær á nakað sum helst, tí hvørki TB ella ÍF kunnu flyta pláss á stigatalvuni allíkavæl.
Hjá monnunum er tað ÍF, sum hevur verið oddalið í Eik-liguni í vetur, og Fleyr hevur eisini alla tíðina ligið framvið eftir finaluni, sum tað nú eisini eydnaðist havnarmonnunum at fáa. Eitt skifti høvdu teir eitt sindur av kapping frá SÍ, men so dragnaðu sørvingar og endaðu aftast, tá samanumkom.
Fyrsta FM-finalan hjá monnum millum ÍF og Fleyr verður leygarkvøldið 29. mars klokkan 20 í ítróttarhøllini á Kambsdali. Og so er skráin mestsum tann sama sum hjá kvinnunum, at onnur finalan verður í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn leygardagin 5. apríl klokkan 15, og um neyðugt, verður so ein triðja finala á sama stað sunnudagin 6. apríl.
Eik-ligan, kvinnur
ÍF-Ternan 3-2 (23-25, 25-23, 25-21, 24-26, 15-8)
TB-Mjølnir 3-0 (25-19, 25-21, 25-7)
SÍ-Fleyr 1-3 (8-25, 22-25, 25-14, 21-25)
KÍF-Dráttur 3-1 (19-25, 25-10, 25-15, 25-18)
Eik-ligan, menn
SÍ-Fleyr 1-3 (25-18, 21-25, 21-25, 21-25)
Mjølnir-ÍF 0-3 (19-25, 14-25, 21-25)