Um vikuskiftið var árliga aðalfundurin hjá Flogbóltssambandinum á skránni. Á aðalfundinum vera altíð fleiri mál umrødd, men tað málið, sum fólk helst fara at tosa mest um eftir fundin, er málið um besta kvinnulið hjá Fleyr, sum komandi ár skal leika í meistaradeildini.
Flogbóltssambandið hevði sjálvt lagt uppskot fram á fundinum um at víðka talið av liðum í meistaradeildini hjá kvinnum, soleiðis at Fleyr komandi kappingarár skal leika í meistaradeildini. Eftir at evnið hevði verið til umrøðu í eina løtu, var greitt at fara undir atkvøðugreiðsluna, har teir tríggir limirnir í aðalnevndini hava hvør sína atkvøðu, meðan feløgini, sum er møtt á fundinum, eisini hava hvør sína atkvøðu.
Sjey feløg vóru møtt á fundinum, og úrslitið at atkvøðugreiðsluni gjørdist, at seks vóru fyri uppskotinum, trý ímóti og ein atkvøða var blonk.
Við hesum er tí samtykt, at Fleyr komandi ár skal leika í meistaradeildini hjá kvinnum, og at henda sostatt verður víðkað til sjey lið, sum fara at spæla tríggjar ferðir ímóti hvørjum øðrum í mun til fýra ferðir síðsta kappingarár.
Gott ungt fólk í Fleyr
Eftir aðalfundin hjá Flogbóltssambandinum hava vit tikið eitt prát við formannin, Magnus Tausen, har vit hava spurt hann, hvussu tað ber til, at Flogbóltssambandið legði uppskot fram fyri fundin at fáa Fleyr upp í meistaradeildina, og á henda hátt økja um talið av liðum.
Magnus sigur, at síðstu nógvu árini hava víst, at kvinnusíðan í flogbólti er heldur sterkari enn manssíðan, og har leggjast fleiri ungar kvinnur til ítróttina.
- Tað er nokk ikki nakar ivi um, at kvinnusíðan er sterkari enn manssíðan í flogbólti. Fleiri kvinnur ella gentur leggjast afturat í feløgunum kring landið, og av hesi orsøk hildu vit tað vera eitt gott hugskot at økja um talið av liðum í meistaradeildini hjá kvinnum. Hetta er so ein av grundunum til, at Fleyr nú aftur fær møguleikan í meistaradeildini.
Hann metir tó eisini, at Fleyr hevur eitt gott ungdómsarbeiði, og at felagið eigur gott, ungt fólk at seta við í meistaradeildini.
- Ja, vit meta, at Fleyr hevur sera nógvar góðar og ungar leikarar at seta við í meistaradeildini. Tað kundi blivið ein trupulleiki fyri felagið, um tær ikki fluttu upp nú, tí so kundi tað hent, at felagið misti fleiri av sínum bestu leikarum til onnur feløg, og tá hevði tað sjálvandi blivið enn harðari at komið upp, sigur Magnus Tausen.
Hann leggur tó afturat, at ein av høvuðsorsøkunum er í samband við hini liðini í meistaradeildini.
- Vit meta, at tað hevði verið einki minni enn ein katastrofa, um okkurt av núverandi liðunum í meistaradeildini hjá kvinnum hevði flutt niður, tí tey gera eitt avbera gott arbeiði. Hetta er so eisini ein av grundunum til, at talið av liðum í meistaradeildini verður økt, tí nú er einki lið, sum flytur niður.
Hvat við 1. deild?
Tað eru sjálvandi bæði fyrimunir og vansar við avgerðini, sum bleiv tikin á aðalfundinum leygardagin. Tað er helst gott hjá Fleyr aftur at fáa møguleikan í meistaradeildini, og eingin ivi er um, at felagið hevur nógvar góðar, ungar leikarar.
Síðsta kappingarár megnaði Fleyr tó ikki ein gongd at vinna 1. deild, og tí tykist tað vera rættiliga merkisvert, at avgerð skal vera tikin júst í ár um, at tær skulu upp aftur í meistaradeildina.
Kappingin í 1. deild hevur verið hørð ímillum besta liðið hjá Fleyr og næstbesta liðið hjá KÍF, men í farna kappingarári vóru kvinnurnar í KÍF í einum flokki fyri seg. Tær vunnu allar sínar dystir 3-0 – eisini teir báðar ímóti Fleyr.
Nú er so spurningurin, hvat skal henda við 1. deild hjá KÍF. Tí við uppflytingini hjá Fleyr, so er ikki óhugsandi, at næstbesta liðið hjá KÍF skal spæla eitt heilt kappingarár uttan nakra serliga kapping.
Formaðurin í Flogbóltssambandinum viðgongur eisini, at hetta kann gerast ein trupulleiki, og hann sigur, at um so verður, so má hetta takast upp á komandi aðalfundi.
Kann vera gott fyri yngru leikararnar
Eftir aðalfundin er nú heilt greitt, at einki av liðunum í meistaradeildini komandi ár fer at flyta niður, tí har er einki lið í næstbestu deildini, sum kann flyta upp. Hetta kann føra við sær, at eingin kapping verður í botninum, tí nú kann tað vera líka mikið fyri eitt felag, um tað endar niðast, tí leiðin gongur ikki niður í næstbestu deildini allíkavæl.
Tó kann tað eisini vera ein fyrimunur fyri nøkur av feløgunum, at tey ikki kunnu flyta niður. Undanfarin ár, tá niðasta liðið í meistaradeildini hevur spælt upp- og niðurflytingardyst ímóti ovasta liðnum í næstbestu deildini, hava feløgini helst verið eitt sindur varin við at nýta teir yngru leikararnar í avgerandi dystum. Hetta helst tí at teir eldri leikararnir hava størri royndir í trýstum støðum.
Nú kunnu feløgini tó - uttan at vera bangin fyri nøkrum - geva yngru leikarunum møguleikan á besta liðnum. Og hetta fara feløgini vónandi at gera, soleiðis at ungu leikararnir sleppa at menna seg.