Fleyg við dronu meðan grind var í gjár

Krøvini fyri at flúgva við dronu eru strong, og maðurin fær eina bót

 

Tað kemur oftari og oftari fyri, at føroyingar flúgva ólógliga við dronum. Hetta er í øllum førum nakað, sum løgreglan hevur varnast seinastu árini, og í gjár bleiv enn eitt mál lagt í rúgvuna. 

Seinnapartin fekk løgreglan boð um, at ein maður fleyg við einari dronu á Bíggjarvegi millum Sørvág og Bø. Hetta er nærindis flogvøllinum, og tað er strangliga bannað at flúgva við dronu so tætt við flogvøllin.

Grind var í Bø í gjár, og tí kann tað væl hugsast, at maðurin ætlaði sær at fáa nakrar flottar loftmyndir av grindadrápinum.

- Tað framgongur ikki beinleiðis, at tað var í sambandi við grindina, men tíðspunktið passar nokkso væl, sigur vakthavandi hjá løgregluni.

Løgreglan hevur tosað við mannin, og hann fær eina bót sendandi, upplýsir vakthavandi.

Krøvini fyri at flúgva við dronu í Føroyum eru strong, og har eru nógv ting, mann skal taka atlit til, um mann skal flúgva lógliga.

Ásetingarnar snúgva seg um stødd, vekt, prógv og avstand millum bygt øki og flogvøll. Í hesum føri var tað nærindis flogvøllinum. 

##med2##