Fleyg skjótari enn hildið

Flogførini, sum hava leitað eftir tí malaysiska flogfarinum, tóku leitingina uppaftur í nátt, men nú verður leitað longri norðuri.

Teir avstralsku trygdarmyndugleikarnir søgdu í nátt, at tvey flogfør og seks skip vóru á veg at leita í einum øki einar 1.000 kilometrar í landnyrðing úr tí upprunaliga leitistaðnum. Orsøkin er, at myndugleikarnir hava fingið nýggjar upplýsingar frá radarakervinum í Suðurkinesiska Havinum og Mallakkasundinum.

 

Tað vísir seg, at Malaysia Ailines-flogfarið fleyg skjótari enn higartil hildið. Tað hevur tí brúkt meiri brennievni og hevur tí ikki kunnað flogið so langt út yvir Indiska Havið sum higartil mett.

 

Men leitingin er trupul, tí havið er stórt. Myndugleikarnir siga, at tað nýggja leritiøkið er vestur úr avstralska býnum Perth og er 319.000 ferkilometrar til støddar.