Fleyg øvugtan veg

Okkurt bendir á, at tað horvna malaysiska flogfarið fleyg øvugtan veg.

Er tað tað horvna Malaysian Airlines-flogfarið, sum radaraskipanir hjá malaysiska hervaldinum hava funnið í Malakka-sundinum, so merkir tað, at flogfarið hevur flogið heilt aðra leið enn ætlað, tá tað skuldi til Beijing.

 

Malakkasundið er vestan fyri Malaysia, og tískil hevur flogfarið flogið næstan øvugtan veg, skrivar Reuters.

 

Tað er kortini ikki vist enn, at tað er tað horvna flogfarið, sum radaraskipanirnar hava funnið, men teir malaysisku myndugleikarnir vátta, at teir eru farnir at leita í Malakkasundinum nú.

 

-Flogfarið broytti kós aftan á Kota Bharu og tók seg langt niður. Tað fleyg inn yvir Malakkasundið, sigur ein talsmaður hjá hervaldinum við Reuters.